Flokkarnir líkjast meiri enn nakrantíð

Tey somu gandaorðini ganga aftur í øllum valskráunum. Flokkarnir appellera breiðari enn nakrantíð. Javnaðarflokkurin er komin frá vinstru og Fólkaflokkurin frá høgru, og trunkaspælið á miðjuni í føroyskum politikki er sjónligari enn nakrantíð. Tí er spell, at teir spurningar, sum framvegis skilja flokkarnar, hava verið alt ov ósjónligir í valstríðnum higartil

Undirritaði fekk ein trupulleika í seinastu viku, tá valskráirnar skuldu gjøgnumgangast og analyserast. Tí hóast yvirskipaða hugsjónarliga útgangsstøði framvegis er at hóma, og hóast vit framvegis hava ítøkiligar ósemjur um loysing og samband, um ES, um fiskidagar og fiskiloyvi, um skatt, Kyoto-limaskap, fosturtøku og skrásett parlag, so ganga somu gandaorðini aftur í øllum valskráunum.

Umhvørvi er vorðið eitt nýtt mantra, sum allir flokkar leggja dent á. Útbúgving og gransking eru vorðin nýggj pluss-orð, sum verða endurtikin upp í saman (hóast vit dagliga hoyra um triðja heims-tilstandir í fleiri føroyskum skúlum og um túsundavís av útbúnum føroyingum, sum ikki koma heim aftur, tí her snøgt sagt ikki er nakað granskingarumhvørvi at koma heim til). Mentanin skal raðfestast sum ongantíð áður, hóast øll tey, sum vara av føroyskari mentan, rópa neyðarróp. Vælferðin og tey sonevndu “bleytu virðini”, sjúkrahúsini, eldrarøktin og korini hjá menningartarnaðum og støkum uppihaldarum skulu ovast á breddan. Og so framvegis og so framvegis.

Valskráirnar til ársins løgtingsval eru nevniliga so drúgvar og umfatandi, at tær samstundis eru at kalla reinsaðar fyri ítøkiligum fíggjarligum raðfestingum. Og ein tekstur, sum vil broyta øll øki til tað betra, men sum ongar ítøkiligar fíggjarligar raðfestingar hevur, sigur ikki serliga nógv. Úrslitið er, at tað gerst trupult at orientera seg í politiska landslagnum.

Tí hvat skal byggjast fyrst, ein skúladepil, eitt universitet ella fimm røktarheim? Um játtanin til Mentunargrunn Landsins og Tjóðpall Føroya skulu tvífaldast, hvat skal so niðurprioriterast? Um sjúkrahúsið, eldrarøktin, játtanin til stakar uppihaldarar og fólkaskúlin skulu hava so og so nógvar pengar afturat, hvørjar kontur skulu so skerjast? Her vísa flokkarnir dirvisloysi og svíkja so dyggiliga.


“Catch-all” flokkurin

Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, metir, at trunkaspælið á miðjuni í føroyskum politikki er sjónligari enn nakrantíð.

- Tað er í stóran mun trupult at skyna á, hvør flokkur hevur orðið. Fólkaflokkurin er vorðin sosialliberalur og tosar um tey veiku í øðrum hvørjum setningi. Javnaðarløgmaður hevur avtikið stættarstríðið, og flokkur hansara góðtekur nú marknaðarliberalismu, privatiseringar og skattalættar. Og Sambandsflokkurin, Tjóðveldi, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin liggja inni á miðjuni við smærri variantum. Úrslitið er eitt trunkaspæl á miðjuni, sum gerst trengri og trengri, sigur Jógvan Mørkøre.

Við øðrum orðum er ikki so nógv eftir av teimum gomlu hugsjónarligu positiónunum, tá Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin vóru borgarligir, og tá Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vóru garantar fyri solidariteti og kollektivari stýring. Gongdin er sambært Jógvani Mørkøre úrslit av einum ráki, sum hevur verið sjónligt í londunum kring okkum í mong ár, og sum nú tykist at sláa ígjøgnum í Føroyum.

- Gongdin er fyrst og fremst eitt úrslit av búskaparvøkstri og eini búskapargongd, sum hevur gjørt tey allar flestu av okkum til eina stóra miðalstætt. Vælferðarstaturin er etableraður, og tað vil eingin flokkur broyta nakað uppá. Flokkarnir renna aftaná eini veljarafjøld, sum ikki longur er eins eyðkend av interessumótsetningum, og tí gerst miðsavningin so sjónlig, sigur Jógvan Mørkøre.

Tann stóra broytingin er, at meðan flokkarnir fyrr umboðaðu ávísar partar av veljaraskaranum, kappast allir flokkarnir í dag um allar veljararnar. Kjarnuveljarin er skiftur út við marginalveljaran, og tann sonevndi “Catch all”-flokkurin hevur av sonnum fingið gjøgnumbrot í Føroyum.


Valstríð uttan innihald

Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur og Ph.d.-lesandi, metir, at tá flokkarnir ikki hava ítøkiligar fíggjarligar raðfestingar, gerst valstríðið innihaldsleyst.

- Ein valskrá, sum einans sigur, at alt skal broytast til tað betra, sigur akkurát einki. Tá flokkarnir ikki so mikið sum ómaka sær at rokna uppá tey mongu og gyltu vallyftini, sum í hesum døgum bombarderað føroyska veljaran, er talan um ábyrgdarleysa populismu, sigur Jóannes Jacobsen úr telefonini í Keypmannahavn.

Eitt og hvørt vallyfti kostar, og um okkurt skal raðfestast hægri enn í dag, so skal okkurt eisini niðurprioriterast. Jóannes saknar, at politisku flokkarnir verða tvingaðir at koma við ítøkiligari raðfestingum. Og tað eru fjølmiðlarnir, sum eisini hava ábyrgdina.

- Politikarar gera tað, sum teir sleppa avstað við, og tá fjølmiðlarnir ikki forlanga greiðari boð um ítøkiligar raðfestingar, so hava teir eisini ábyrgdina av trupulleikanum. Fyrsti spurningurin til eina og hvørja valskrá ella vallyfti átti at verið, hvussu hetta ella hatta skal fíggjast, og hvaðani pengarnir skulu fáast til vega. Men tað spyrja føroyskir journalistar alt ov sjáldan um, og tí er úrslitið fullkomiliga veruleikafjarar og ullintar kampanjur uttan nakað fokus, sigur Jóannes Jacobsen. Hann metir av tí sama, at valstríðið higartil hevur verið innihaldsleyst, tá veljarin ikki ítøkiliga fær at vita, hvør flokkur ætlar at raðfesta hvat.


Fáið ósemjurnar á breddan!

Við hesum í huga er tað spell, at tey málini, sum framvegis skilja partarnir í føroysku floksskipanini, ikki hava verið serliga dominerandi í valstríðnum higartil. Í staðin verður eitt hav av tíð og orku nýtt til evni, sum øll eru so eviga samd um. Og einki er keðiligari enn at lurta eftir seks flokkum, sum við ein munn siga, at mentan, útbúgving, umhvørvi, heilsuverk, eldrarøkt, vælferð og bla bla bla skal raðfestast komandi fýra árini.

Hví ikki taka fatt í teir spurningar, sum av sonnum skilja flokkarnar? Sum t.d. fiskiloyvini, skattalættan, skrásett parlag, fosturtøku og allan spurningin um loysing ella samband, sum heldur ikki hevur verið serliga sjónligur í valstríðnum higartil? Okkurt av hesum evnum var lukkutíð uppi at venda á valfundi Kringvarpsins í Klaksvík sunnukvøldið, og tað var eitt satt ljóspunkt í valstríðnum higartil (hóast umfarið um javnstøðu, átrúnað og etiskar spurningar ongantíð kom í gongd).

Samanumtikið er tað spill av tíð og orku at seta evni á breddan, sum allir flokkar eru so samdir um. Heldur áttu vit at nýtt tíð til tað, sum av sonnum skilir flokkarnar, so politisku positiónirnar ikki hvørva heilt í eini tíð, sum er eyðkend av miðsavning og konsensus um teir flestu av teimum stóru avbjóðingunum, sum samfelagið stendur yvir fyri.


Sitat:


- Tað er í stóran mun trupult at skyna á, hvør flokkur hevur orðið. Fólkaflokkurin er vorðin sosialliberalur og tosar um tey veiku í øðrum hvørjum setningi. Javnaðarløgmaður hevur avtikið stættarstríðið, og flokkur hansara góðtekur nú marknaðarliberalismu, privatiseringar og skattalættar. Og hinir flokkarnir liggja á miðjuni við smærri variantum. Úrslitið er eitt trunkaspæl á miðjuni, sum gerst trengri og trengri


Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur



- Ein valskrá, sum einans sigur, at alt skal broytast til tað betra, sigur akkurát einki. Tá flokkarnir ikki so mikið sum ómaka sær at rokna uppá tey mongu og gyltu vallyftini, sum í hesum døgum bombarderað føroyska veljaran, er talan um ábyrgdarleysa populismu


Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur



- Politikarar gera tað, sum teir sleppa avstað við, og tá fjølmiðlarnir ikki forlanga greiðari boð um ítøkiligar fíggjarligar raðfestingar, so hava teir eisini ábyrgdina av trupulleikanum. Fyrsti spurningurin til eina og hvørja valskrá ella vallyfti átti at verið, hvussu hetta ella hatta skal fíggjast, og hvaðani pengarnir skulu fáast til vega. Men tað spyrja føroyskir journalistar alt ov sjáldan um, og tí er úrslitið fullkomiliga veruleikafjarar og ullintar kampanjur uttan nakað fokus


Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur



- Gongdin er fyrst og fremst eitt úrslit av eini búskapargongd, sum hevur gjørt tey allar flestu av okkum til eina stóra miðalstætt. Vælferðarstaturin er etableraður, og tað vil eingin flokkur broyta uppá. Flokkarnir renna aftaná eini veljarafjøld, sum ikki longur er eins eyðkend av interessumótsetningum, og tí gerst miðsavningin so sjónlig


Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur