Flokkarnir klárir í valhølinum

Nú valstøðini hava latið aftur, og seinastu veljararnir sett sín kross við sítt valevni, verður farið undir at telja atkvøður.

Og tað er eisini nú, at veruligi spenningurin byrjar, bæði millum áhugað fólk, men ikki minni millum politikarar.

Valhølið í útvarpshøllini í Kringvarpinum er við at vera fullsett av politikarum, og alt er til reiðar til eitt spennandi valkvøld.

Og spenningurin kann gerast nógv størri enn væntað, tí tá oman fyri 14% av atkvøðunum eru taldar upp í Danmark, er bert ein limur á muni millum reyðan og bláan blokk og bláur blokkur førir!

Men enn er »early days«, sum sagt verður á enskum.