Tveir politiskir flokkar, Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin, hava landsfund ud vikuskiftið. Tað er kanska ikki ov nógv sagt, at báðir flokkar eru á vegamóti. Sjálvstýrisflokkurin er gamal flokkur, hvørs røtur ganga aftur til 1906. Upprunaliga var Sjálvstýrisflokkurin flokkur við sjálvstýri og sosialum rættvísi i skildri. Men sum allir tjóðskaparliga grundaðir flokkar hevði gamli Sjálvstýrisflokkurin ein radikalan og ein konservativan vong, og hetta elvdi til so stóra spjaðing í flokkinum, at hann í trýatiárunum klovnaði. Hóast talveikur á tingi hevði Sjálvstýrisflokkurin í ávísum tíðarskeiðum stóra politiska ávirkan, tí hann mangan gjørdist tungan á vágskálini eftir eitt løgtingsval.
Sjálvstýrisflokkurin hevur seinastu árini roynt at endurnýggja seg við nýggjum andlitum og nútímansgjørdari politiskari stevnu, men kortini gongur striltið at vinna politiska ávirkan. Flokkurin hevur nú eins og áður markerað seg við einstøkum málum, sum skulu draga nýggjar veljarar til. Landsfundurin verður eitt gott høvi at endurskoða og meta um hesa strategi. Hvat fyri samfelag fáa vit, um Sjálsvtýrisflokkuri fær politiskt vald? Tað er torført at síggja greið politisk mál í politikki Sjálvstýrisflokksins. Flokkurin hevur trupulleikar við politiska samleikanum.
Tað er ymiskt, sum kundi bent á, at Sjálvstýrisflokkurin ikki er einsamallur um hendan trupulleika. Javnaðarflokkurin, sum hevur verið til at bera stjórnarábyrgd í hálvtannað valskeið, hevur ikki sørt av samleikatrupulleikum eisini. Flokkurin var uttan politiska ávirkan alt fullveldisskeiðið, og hesum treivst hann illa við. Men so kom vend í við fyrru ABC samgonguni, har flokkurin fekk løgmann. Løgmanssessurin var ikki ókeypis, og mongum javnaðarfólki mundi hann tykjast ov dýrgoldin. Einskiljingar, skattalættar og yvirtøkur, fáar og smáar sosialar ábøtur og ov lítil menning á økjum, har flokkurin hevur síni hjartamál. Í hesum høpi vegar man pensjónsmálið tungt.
Tað verði langt frá okkum at ákæra Javnaðarflokkin fyri at svíkja síni hjartamál. Hinvegin skerst ikki burt, at floksins kjarnuveljarar, fiskimenn, løntakarar og pensjonistar, kunnu kenna seg við sviðið soð. Skattapolitikkurin er borgarligur, og almannamálini eru ikki dagførd í ein mun, so vit kunnu samanbera okkum við grannalondini. Á økjum, sum flokkurin umsitur, hendir ikki nóg nógv og tað, sum hendir er oftast eitt framhald av tí borgarliga politikki, sum varð rikin í fyrru ABC samgonguni. Javnaðarflokkurin hevur sostatt eisini ilt í samleikanum og ger klókt í at nýta landsfundin til at finna nøkur greið sosialdemokratisk mál, sum gera, at flokkurin skilur seg út frá tí sterka borgarliga meirilutanum í samgonguni. Javnaðarflokkurin er sostatt eisini á einum hugsjónarligum vegamóti og tørvur er á bæði nýhugsan og greiðum politiskum málum. Hetta skuldi ikki verið so trupult – óavmarkaðu frælsu marknaðarkeftirnar eru komnar í ringt orð og vælferð er aftur við at gerast eitt jaligt hugtak.