Stjórin á Bakkafrosti sigur við Sosialin í kvøld, at tað týdningarmesta hjá teimum er, at gott sjóvegis samband er til Bretlands.
- Vit hava í dag gott sjóvegis samband til Bretland tvær ferðir um vikuna. Tað sambandið er sera týdningarmikið, tí fáa vit fiskin til Stórabretland, hava vit har atgongd til eitt loftvegis flutningsnet, ið fevnir um allan heimin. Vit kunnu koma í hvønn krók í heiminum haðani, serliga úr London, og yvirkapasiteturin er somikið stórur, at fraktin verður bíligari á henda hátt, sigur Regin Jacobsen við Sosialin í dag.
Og hjá Faroe Origin, sum eisini er ein av stóru aktørunum í føroyskum vinnulívi, eru boðini á leið tey somu.
Har sigur stjórin, David Jacobsen, at tey í dag ikki hava rávørugrundarlagið, sum skal til, um tað yvir høvur skal tosast um at fylla flogfør við feskfiski. Og hann leggur afturat, at var talan um størri rávørugrundarlag, so høvdu tey helst verið í somu støðu sum Bakkafrost.
Serstakt vinnublað er í Sosialinum í dag. Blaðið kann keypast talgilt á netinum við at trýsta HER