Flogvit í Føroyum sleppa nú til roynd

Føroyingar við serliga góðum gávum fáa nú av álvara høvi at royni síni evni

Hevur tú serliga góðar gávur og hevur tú hug at fáa prógv upp á tað?

So fær tú høvið til tað nú.

 

Nú ber til at melda seg til eina roynd, sum verður hósdagin 8. apríl, og har fáa serliga gløggir føroyingar høvi at máta, hvussu gløggir teir eru.

 

Royndin er skipað sum ein roynd undir Mensa.

Mensa er ein altjóða felagsskapur fyri serliga gløgg fólk. Treytin fyri at verða limur í Mensa er, at tú hevur skiltal, sum er ímillum tvey tey ovastu prosentini í samfelagnum annars.

 

Men her skal dentur leggjast á, at tá ið tosa verður um serliga gløgg fólk í hesum høpi, hevur tað einki at gera við bókligan lestur, ella útúgving yvirhøvur.

 

- Í Danmark eru einir 1300 limir í Mensa, men har eru fólk úr øllum hugsandi samfelagsløgum ímillum, bæði millióningar og vanlig verkafólk, sigur Teitur Vágadal í Havn, sum skipar fyri royndini í Føroyum.

 

Sjálvur er hann annar av tveimum føroyingum, sum eru limir í Mensa.

Hann sigur, at í royndini, sum verður í Føroyum, fáa luttakararnir 45 uppgávur at loysa í 20 minuttir.

 

Úrslitið verður síðani sent til Danmarkar, har skiltalið verður roknað út.

Og tann, sum hevur so mikið høgt tal, at tað er ímillum tvey tey ovastu prosentini í samfelagnum annars, fær so tilboð um at verða limur í Mensa.

 

Í Føroyum, verða tølini fyri Danmark brúkt, sum grundarlag fyri útrokningunum, sigur Teitur Vágadal.

Hetta er triðju ferð, slík roynd er í Føroyum.