Flogvanlukkan var kanska yvirgangur

Okkurt bendir á, at tað malaysiska flogfarið vendi aftur, áðrenn tað hvarv.

Myndugleikarnir í Malaysia kanna nú, um flogvanlukkan uppi yvir Suðurkinesiska Havinum í fyrrakvøldið var ein yvirgangsatsókn. 239 fólk vóru í flogfarinum, sum hvarv á veg úr Malaysia til Kina.

 

Malaysiski samferðslumálaráðharrin, Hishamuddin Hussein, sigur, at myndugleikarnir hava havt samband við myndugleikarnar í teimum londunm, sum ferðafólkini vóru úr. Tað er gjørt, tí at tað er komið fram, at tvey av ferðafólkunum ferðaðust við stolnum passi.

 

Myndugleikarnir kanna eisini samleikan hjá tveimum øðrum ferðafólkum, sum vóru í flogfarinum hjá Malaysia Airlines, men samferðslumálaráðharrin leggur dent á, at yvirgangur er bara ein av fleiri møguleikum, sum verða kannaðir.

 

-Vit kanna allar møguleikar, og vit hava ikki gjørt nakra niðurstøðu enn. Okkara fremsta mál er at finna flogfarið, sigur ráðharrin.

 

Amerikonsku loftferðslumyndugleikarnir hava sent nakrar serfrøðingar til Malaysia at hjálpa myndugleikunum har við kanningararbeiðinum. Eisini hevur verksmiðjan Boeing sent fólk til Malaysia. Tað horvna flogfarið var av slagnum Boeing 777.

Á tíðindasfundi í morgun upplýstu malausisku myndugleikarnir, at radaarupptøkur vísa, at flogfarið vendi aftur, áðrenn tað hvarv. Av tí sama er leitiøkið víðkað. Teir upplýstu eisini, at leitingarflogfør hava sæð okkurt óvanligt á sjónum, og at skip eru á veg at kanna, hvat tað er