Avvarðandi ynskja at minnast dagin við at seta upp eina minnisplátu á staðnum, har flogfarið datt niður, sjálvan fjøruti-ára-dagin.
Sunnudagin 26. september eru 40 ár liðin síðani flogvanlukkuna í Mykinesi, sum hendi leygarmorgunin 26. september i 1970. Hetta var eitt Fokker Friendship flogfar hjá Íslenska flogfelagnum Icelandair, og hevði rutunummarið F701. Pláss var fyri gott 40 ferðafólkum umborð, og hendan dagin vóru 30 ferðafólk við flogfarinum, umframt manningina, sum taldi 4.
Tað var ruskveður hendan dagin, og tað var veðrið, sum eyðkendi samskiftið millum flogskiparan í F701 og flogtornið í Vágunum. Samskiftið fór fram millum klokkan 10.00 og klokkan 11.00.
Klokkan 10.22 hevur flogskiparin byrjað sjálva innflúgvingina til Vágar, og tá er eitt uppkall til F701 har flogtornið spyr flogskiparan um hann sær oynna. Teir næstu 35. minuttirnar er nógv samskiftið um vindstyrki, ætt og sýnið, og eisini verður upplýst um lendingarlíkindini í Íslandi og í Shetlandi. Flogskiparin hevur umhugsað møguleikan, eisini hesaferð, at avlýsa innflúgvingina í Vágar.
Seinastu boðini
64 ferðirnar hoyrast hesi sermerktu stuttu og kontantu samskiftisbrotini millum flogskiparan og flogtornið, men klokkan 10.57 kemur seinasta brotið, tá tornið í Vágunum hevur eini veðurboð til flogskiparan á F701 –einki svar! Sambandið við flogfarið var burtur, og tað varð við tað sama farið at leita, bæði á sjógvi og landi.
Klokkan 12.15 ringir sýslumaðurn í Vágunum til løgreglumannin, Reðin Leonsson, við boðunum um, at boð vóru komin úr Mykinesi, at flogfarið var dottið niður har á oynni. Reðin Leonsson var løgreglumaður í Vágum um hetta mundi og sera væl kendur í landslagnum úti í Mykinesi.
Undir Knúki
Flogfarið var dottið niður undir Knúki í Mykinesi. Slíkt var ikki hent áður í Føroysku flogsøguni, sum ikki hevði nógvar royndir innan flúgving. Tilburðurin skelkaði lítla Føroyska samfelagið, og skelkurin setti síni djúpu spor í familjunum hjá teimum avvarandi, og børn og hjúnarfelagar stóðu spyrjandi við stóra sakninum og sorgini. 8 menniskjur lótu lív, 7 føroyingar og ein íslendingur.
Minningarhald
Nú eru 40 ár liðin - nógv vatn er runnið í ánni. Børnini, sum tá vóru smá, eru í dag vaksin og eiga sjálvi børn og barnabørn, og nógvir hjúnarfelagar, sum sótu eftir, eru komnir væl til árs, og onkur er ikki millum okkum meira. Hesi hava ynskt, at dagurin skal ikki fara aftur við borðinum ómerktur, men skal markerast á onkran hátt. Ein nevnd varð sett at arbeiða við málinum.
Ein minnispláta er gjørd við nøvnunum á teimum, sum lótu lív. Minnisplátan skal setast upp Undir Knúki, á sjálvum ársdegnum, 26. september, og á sjálvum staðnum har flogfarið datt niður. Í samband við hetta verður minningarhald á staðnum, sunnudagin 26. september, millum klokkan 10 og 11, har Jógvan Fríðrikson, Biskupur, kemur at røða, og klokkan 10.57, tá tornið á flogvøllinum í Vágunum misti sambandið við flogfarið, verður ein still løta, har fólkið fær høvið at minnist tey átta, sum lótu lív. Seinnapartin verður borðhald á Hotel Vágum fyri teimum avvarðandi.
Um veðrið ikki verður til vildar, verður ikki farið út í Mykines, men so verður alt minningarhaldið hildið á Hotel Vágum, har navnaplátan verður avdúkað, sum so seinni verður sett upp Undir Knúki.