Øll tey 27 umborð doyðu, tá eitt indonesiskt ferðamannaflogfar datt niður í Indonesia í morgun. Flogfarið datt niður í havið, beint áðrenn tað skuldi seta seg á oynni Papua. -Flogfarið, sum var av slagnum MA-60, var bara 500 metrar frá lendingarbreytini, tá tað brádliga datt niður, sigur ein embætismaður við fronsku tíðindastovuna AFP. Sambært talsmanninum var veðrið vánaligt, tá vanlukkan hendi.
Trý børn vóru millum tey 21 ferðafólkini við flogfarinum, sum kom úr býnum Sorong í Vestur-Papua. Manningin taldi seks.