Flogvanlukkan í 1970

Tað setti rættuligan kvøkk í alt føroya fólk, tá tað frættist, at rutuflogfarið hjá SAS-Icelandair var dottið niður í Mykinesi 26. september 1970. Flogfarið hevði rent á Knúk, ið er 560 metrar høgur.

Beint áðrenn tað skuldi lenda, misti flogvøllurin í Vágum og Mjørkadalur alt samband við flogfarið. Stutt eftir middag boðaði Mykines frá, at flogfarið var dottið onkustaðni á oynni, trý fólk vóru komin oman í bygdina at leita eftir hjálp.

Við flogfarinum vóru 30 ferðafólk og manningin sum taldi 4, av teimum kravdi flogvanlukkan 8 mannalív, teirra millum ein av manningini.

Flogfarið fór í trý, tá tað bar við ein stein eftir at hava skreitt einar hálvtannað hundrað metrar.

Kelda: Myndaárbókin  árið ið fór 1970