Flogvanlukka í Venezuela

Myndugleikarnir í Venezuela bera ótta fyri, at ein flogvanlukka har seinnapartin kann hava kravt 25 mannalív. Flogfarið, sum skuldi til frítíðaroynna Margarita við 43 ferðafólkum, datt niður 12 minuttir, eftir at tað var farið á flog av einum flogvølli nærhendis býnum Puerto Ordaz. Manningin taldi fýra.

Sambært BBC boðaði flogskiparin frá, at hann hevði tekniskar trupulleikar. Løtu seinni datt flogfarið niður.

Teir lokalu myndugleikarnir siga, at minst 23 fólk sluppu livandi frá vanlukkuni, men hesi tíðindini eru ikki váttað.