Flogvanlukka í Ukraina

Fmm fólk doyðu, og tólv fingu skaða, tá eitt flogfar lendi heldur harðliga tætt við flogvøllin í ukrainska býnum Donetsk í gjárkvøldið. Reuters skrivar, at eldur kom í flogfarið.

Flogfarið var á veg úr Odessa til Donetsk, har fleiri av ferðafólkunum skuldu hyggja at Champions League-dystinum millum heimaliðið Shatkar Donetsk og týska Borussia Dortmund. Undan dystinum var tøgn í ein minutt til minnis um tey, sum vóru deyð í flogvanlukkuni.

Ukrainska bjargingartænastan sigur, at flogfarið royndi at neyðlenda, men fór ov langt. Tað var eisini rættiliga nógvur mjørki.

Flogfarið var eitt propellflogfar av slagnum Antonov AN-24. Tilsamans 45 fólk vóru í tí, tá vanlukkan hendi.