11 fólk doyðu, tá eitt flogfar hjá suðurafrikanska herinum datt niður í fjøllunum har eysturi í landinum í gjárkvøldið. Myndugleikarnir sendu tyrlur við bjargingarfólki til vanlukkuøkið, men illveður noyddi tyrlurnar at venda aftur.
Ein talsmaður fyri herleiðsluna váttaði í morgun, at vrakið av flogfarinum er funnið. Hann vildi ikki siga, hvat var hent teimum 11, sum vóru í flogfarinum, men fjølmiðlarnir siga, at øll hava latið lív.
Blaðið Eyewitness News veit at siga, at nakrir læknar í læknatoyminum hjá fyrrverandi forsetanum Nelson Mandela, vóru í flogfarinum, men hesi tíðindini eru ikki váttað. Sambært blaðnum vóru læknarnir á veg á eina regluliga kanningarvitjan hjá tí 94 ára gamla Mandela.
Myndugleikarnir hava váttað, at flogfarið var á veg til Mthatha, sum er tætt við býin Qumu, har Mandela býr.