Eitt ferðafólkaflogfar við 308 ferðandi umborð, datt í dag niður undir lending á altjóða flogvøllinum í San Francisco í USA, og í minsta lagi tvey fólk hava látið lív.
Sløkkiliðsmenn á staðnum vátta fyri sjónvarpsstøðini, KCBS, at umframt tey deyðu, hava minst 61 fólk fingið løstir í sambandi við vanlukkuna.
Flogfarið kom úr Seoul í Suðurkorea og skal hava roynt at neyðlent, tá vanlukkan hendi og flogfarið datt niður, so tað fekk stóran skaða.
Sjónvarpsmyndir hava víst, at aftari partur av flogfarinum var rivin av, og at ovari partur av tí var fullkomuliga oyðilagdur av eldi.
Ikki er greitt, hvør orsøkin var til, at flogfarið datt niður.










