Eitt lítið ferðamannaflogfar er dottið niður har suðuri í Írlandi. Myndugleikarnir siga, at 10 ferðafólk vóru í flogfarinum umframt mannaingina, sum taldi tvey. Sagt verður, at minst átta fólk hava latið lív, men hetta er ikki alment váttað. Onkur tíðindastova sigur, at trý fólk eru deyð.
Loftferðslumyndugleikarnir hava bara sagt, at flogfarið fór illa, og at eldur kom í tað.
Vanlukkan hendi, tá flogfarið royndi at seta seg á flogvøllin í býnum Cork. Tað var nógvur mjørki.