Flogvanlukka kravt sjey mannalív

Sjey fólk doyðu, tá eitt hernaðarflogfar datt niður í Ekvador í gjárkvøldið Fimm fólk vóru í flogfarinum, og øll doyðu. Flogfarið datt niður í høvuðsstaðin Quito og rakti eini hús, har tvey fólk doyðu, og tvey onnur fingu skaða.

Húsini, sum flogfarið rakti, eru í fimm hæddum. Eldur kom í tey, men tað eydnaðist sløkkiliðnum at hjálpa teimum flestu út og at basa eldinum.

Tað er ikki greitt, hví flogfarið datt niður, men veðrið var vánaligt í Quito í gjárkvøldið. Nógv fjøll eru rundan um býin, og tey hava ofta givið flogskiparum trupulleikar, skrivar AP.