Flogvanlukka kravt 44 mannalív

Eitt russiskt ferðamannaflogfar datt niður seint í gjárkvøldið, og sambært myndugleikunum hevur vanlukkan kravt 44 mannalív. Átta fólk, teirra millum ein 10 ára gamal drongur, sluppu við lívinum og eru flutt á sjúkrahús.

Enn hava russisku loftferðslumyndugleikarnir ikki sagt nakað um orsøkina til vanlukkuna, men teir siga, at veðrið var vánaligt, tá flogfarið datt niður.

Flogfarið var á veg úr Moskva til býin Petrozavodsk, sum er í útnyrðingspartinum av landinum. Loftferðslumyndugleikarnir siga, at manningin royndi at neyðlenda á einum vegi tveir kilometrar frá flogvøllinum í Petrozavodsk, men at neyðlendingin miseydnaðist, og eldur kom í flogfarið.

Av teimum 52, sum vóru við flogfarinum, vóru tey 47 ferðafólk, og teirra millum vóru átta børn, skrivar AP.