Eitt kinesiskt ferðamannaflogfar datt í kvøld niður í Yichun í landnyrðingspartinum av Kina. 96 fólk vóru umborð, og 43 teirra doyðu, sigur almenna kinesiska tíðindastovan Xinhua. Hini 53 eru flutt á sjúkrahús. Trý teirra vóru illa løstað.
Kinesisku flogferðslumyndugleikarnir siga, at ferðafólkini vóru 91 í tali, og at manningin taldi fimm. Millum ferðafólkini fimm børn.
Flogfarið, sum var eitt jetflogfar av slagnum E-190 og gjørt í Brasil, var á veg úr Harbin til Yichun, tá tað datt niður. Kinesiska flogfelagið Henan átti tað.