12 fólk lótu lív, og trý fingu skaða, tá eitt ferðamannaflogfar datt niður har norðuri í Kanada. Tað skrivar franska tíðindastovan AFP.
15 fólk vóru í flogfarinum, sum er av slagnum Boeing 737, og sum datt niður í tí arktiska økinum Nunavut, sum er vestan fyri Grønland. Kanadisku fjølmiðlarnir siga, at flogfarið var á veg úr býnum Yellowknife til býin Resolute Bay, tá tað datt niður.
Ætlanin var, at kanadiski forsætisráðharrin, Stephen Harper, skuldi fara til júst Resolute Bay í morgin. Hann skal nú á sína árligu ferð í norðara parti av landinum.