Flogvanlukka í Indonesia

Flogvanlukkan, sum var í nátt, kravdi minst 49 mannalív. Myndugleikarnir í Indonesia siga, at eldur kom í flogfarið, júst sum tað skuldi seta seg á flogvøllin í býnum Yogyakarta.

Ein talsmaður fyri myndugleikarnar segði í morgun, at fleiri fólk høvdu latið lív, og seinni frættist, at vanlukkan hevði kravt minst 49 mannalív.

133 ferðafólk vóru við flogfarinum, og manningin taldi sjey. Flogfarið var av slagnum Boeing 737-400.