Partabrævið í flogverksmiðjuni Boeing fall knøpp 13 prosent á amerikanska virðisbrævamarknaðinum frá tí at latið varð upp mánadagin eftir at eitt Boeingflogfar datt niður í Etiopia sunnudagin.
Flogfarið var av slagnum 737 Max 8, og 157 fólk doyðu í flogvanlukkuni.
Tað var onnur vanlukkan við hesum slagi av flogførum í seks mánaðir. Í oktober datt eitt flogfar niður í Indonesia, tá 189 fólk doyðu.
Hesar báðar flogvanlukkurnar hava skapt ótryggleika um trygdina við slagnum 737 Max 8.
Sambært Financial Times er eru yvir 5000 flogfør av slagnum í ordrabókunum hjá Boeing, har 300 eru latin.
Eftir at handilin við partabrøvum hevði verið opin í trý korter varð nakað vunnið innaftur, og fallið var 8 prosent.
Kursfallið merkir, at marknaðarvirði av Boeing er fallið 127 milliardir krónur.
– Sjálvt um tað er ov tíðliga at gera niðurstøður, so kann vera ótti um órógv í mun til trygdina, framleðislu og flogforboð, sigur Rajeev Lalwani, partabrævagreinar frá Morgan Stanley við Reuters.
Fleiri flogfeløg og lond hava eftir vanlukkuna gjørt av at halda flogførunum av hesi typuni á jorøðini.
Tað snýr seg millum annað um Kina. Myndugleikarnir bíða, at tað verður kannað, um flogvanlukkan stóðst av einum vanligum feili. Tað sama hava myndugleikarnir í Etiopia og Indonesia gjørt.
– Havandi hesar báðar vanlukkurnar, sum vóru við nýggjum Boeing 373-9 flogførum, og sum hendu hundir takeoff-fasuni, so líkjast tær á ein hátt, skrivar kinesiski myndugleikin fyri sivilari flogferðslu í eini fráboðan.
Í Evropa fylgir flogferðslumyndugleikin EASA støðuni. Fyribils verður ikki sett flogbann.
Boeing upplýsiti í dag, at tað í núverandi støðu ikki er grundarlag fyri at senda út eina nýggja vegleiðing til flogførini út frá teimum upplýsingum um flogvanlukkuna, sum nú eru tøkir.
/ritzau/