Flogvanlukka í Brasil kravt 11 mannalív

Átta ferðafólk og manningin, sum taldi trý, doyðu, tá eitt privatflogfar datt niður við flogvøllin í brasilska býnum Trancoso Flogfarið, sum var av slagnum King Air 350, var í ferð við at seta seg á flogvøllin í Trancoso, tá tað brádliga datt niður.

Millum ferðafólkini vóru ein amerikanskur vinnulívsmaður, kona hansara og tvey børn teirra.

Loftferðslumyndugleikarnir kanna nú, hví flogfarið datt niður. Sagt verður, at tað var nógvur vindur á leiðini, har vanlukkan hendi.