Eitt ferðamannaflogfar við 22 fólkum í er dottið niður har suðuri í Argentina, og sambært myndugleikunum eru øll 22 deyð. Flogfarið, sum var av slagnum Saab 340, datt niður ímillum býirnar Neuquén og Comodoro Rivadavia í landspartinum Patagonia. 19 ferðafólk vóru í flogfarinum, og manningin taldi trý.
Argentinska felagið Sol átti flogfarið.
Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur, at bjargingarlið komu rættiliga skjótt fram á vrakið. Hann sigur, at eldur hevði verið í flogfarinum, sum var uppkolað.