Flogvallartrygdin er óskerd

- At stuldur er farin fram, er ikki nøktandi. Eftirmetingin av hendingini snýr seg eisini um, hvat kann gerast til tess at fyribyrgja hesum, sigur forstjórin í Vága Floghavn. Eftir at stuldur varð framdur herfyri úr einum flogfari á flogvøllinum í Vágum, hevur verið spurt, um hetta hevur avleiðingar fyri trygdina á flogvøllinum.

- Sjálvur stuldurin er eitt mál, ið verður eftirkannað, og umstøðurnar í sambandi við hetta somuleiðis. Løgreglan stendur fyri hesum arbeiði. Fasta trygdarnevndin á flogvøllinum, har umboð fyri Vága Floghavn, Atlantic Airways, tollvaldið og løgregluna eru við, eftirmetir hendingina, og hvørjar broytingar tørvur er á. Hetta arbeiðið strekkir seg yvir eina tíð, so sum kanningarnar nú krevja tað.

Tað sigur Dávid Reinert Hansen, forstjóri í Vága Floghavn.

- Dagligar mannagongdir eru, sum taka hædd fyri, at ymsu partarnir av flogvallarøkinum støðugt skulu liva upp til security-krøvini. Dagligar kanningar eru av øllum økinum hjá flogvøllinum, so vissa er fyri, at einki óynskt er at finna á økinum, ella at økið er ?sterilt?, sum tað eisini verður rópt.

Forstjórin sigur, at tað, at stuldur er framdur, er ein hending, ið ikki eigur at koma fyri.

- Stuldur er lógarbrot. Trygdararbeiðið á flogvøllinum vendir sær fyrst ímóti at tryggja, at eingin óynskt hending skal kunna fara fram í sambandi við flúgving. Í øðrum lagi er ein avleiðing av trygdararbeiðnum, at atgongdin til flogvøllin er stórliga avmarkað.

Hann sigur, at stuldurin í sær sjálvum er ikki ein hóttan móti trygdini.

- Men tað, at onkur hevur framt eina ólógliga gerð á flogvallarøkinum, foreinist ikki við trygdarstøðið, sum skal vera, sigur Dávid Reinert Hansen.