Flogvøllurin v. m.

Heri Mohr
---

Í seinastu viku var orðaskifti í løgtinginum um hetta, at landsstýrið ætlar at fáa einar 28 milliónir í studningi úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar fyri at fullføra arbeiðið við útbygging og nútíðargerð av okkara flogvølli.
Talan er um ískoyti til tær umleið 370 milliónirnar, ið grunnurin hevur veitt í studningi til hetta arbeiðið.
Soleiðis sum orðaskiftið fór fram, fingu vit ta fatan, at ávís tingfólk halda, at Íleggingargrunnurin ikki eigur at rinda hesar 28 milliónirnar, sum hava samband við útbyggingina av flogvøllinum í 1986-1989.
Tann útbyggingin varð goldin av landskassanum. Løgtingið játtaði fylgjandi pening til Grunnin til byggjan av flogvølli:
1986 6 milliónir
1987 12 ”
1988 13 ”
1989 25.5 ”
1990 13 ”
Soleiðis varð útbyggingin av flogvøllinum fíggjað av nevnda landskassagrunni.
Í 1991-1997 rindaði landskassin (§ 13 í fíggjarlógini) 12 milliónir til ”flogferðslu.”
Eftir orðaskiftinum at døma fara nøkur tingfólk kanska ikki at atkvøða fyri at biðja Íleggingargrunnin um restfígging (28 mió.) til at gera tað stóra arbeiðið vesturi í Vágum, sum hevur verið í gerð í nøkur ár, liðugt.
Tað mest rímiliga hevði verið, at flogvallagrunnurin rindaði eisini hesa upphædd, men tað letur seg tíverri ikki gera, tí hesin grunnurin hvarv í 1992, tá ið løgtingið við lóg skrottaði meira enn 70 landskassagrunnar. Allir hesir grunnar uppstóðu upprunaliga av milliardum av skattaborgaranna peningi. Lukkutíð var Føroya Ídnaðargrunnur ikki teirra millum. So kunnu fólk gita, hví hesin grunnurin slapp undan tí politisku destruktiónini, massakruni av almennum grunnum fyri 22 árum síðani.
Nakrir serfrøðingar í løgtinginum halda, at ríkisblokkurin til heilsuverkið og almannaverkið var orsøkin til hesa okkara ólukku, og at hann tí má beinast burtur, áðrenn hann ger fleiri ólukkur. Fleiri massakrur í okkara fíggjarheimi.
Í orðaskiftinum varð eisini framhildið, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum nú hevur lagt upp til at fáa nevnda studning (28 milliónir) úr stovnsfænum hjá Íleggingargrunninum.
At taka av stovnsfænum letur seg snøgt sagt ikki gera, og tað átti framsøgumaðurin sjálvandi at vitað.
Stovnsfæið í hesum grunni, 140 milliónir, er – eins og í øllum grunnum – órøriligt uttan so, at fólkatingið ætlar at niðurleggja grunnin. Um tað skuldi komið upp á tal, so er væl eingin ivi um, at stovnsfæið, játtað av fólkatinginum yvir 15 ár, fer aftur í ríkiskassan, og ognir grunsins – útlán og tøkur peningur minus stovnsfæið – fellur til landskassan. Tá er fryktandi fyri, at Íleggingargrunnurin fyri Føroyar, sum hevur havt – og framhaldandi hevur – ómetaliga stóran týdning á so mongum økjum í okkara samfelagi, hvørvur á sama hátt, sum allir løgtingsgrunnarnir hvurvu í 1992.

Eitt sindur meira um orðadráttin í løgtinginum:
Um hann, ið hetta skrivar, hoyrdi rætt, so segði umrøddi framsøgumaður, at Føroyar onga Marshall hjálp fingu fyri stívliga 60 árum síðani. Hetta krevur eina rættleiðing: Jú, vit fingu 10 milliónir (tá var hetta nógvur peningur) av Marshall hjálpini, sum varð brúkt eitt nú til útbygging av SEV og eitt nýtt ”Tjaldur” til Skipafelagið Føroyar. Og so fingu vit harumframt tað stóra farmaskipið ”Oyrnafjall” til ognar.
Er nakað av tí, ið undirritaði her hevur skrivað, ikki samsvarandi veruleikanum, verður tað vónandi rættað av onkrum, ið veit betri.
Fólk, ið tosa ósatt, verða vanliga ikki tikin fyri fult; men verður tað ósanna (lygnin) tugt upp í saman, kann avleiðingin av slíkari indoktrinering gerast ræðandi veruleiki.