Flogvøllurin í Vágum er óhóskandi

- Tað er einki framtíðarperspektiv í flogvøllinum í Vágum, sigur Poul Michelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin

FLOGVØLLUR
heri@sosialurin.fo
 
Poul Michelsen var í sínari tíð fortalarin fyri at byggja ein flogvøll á Glyvursnesi. Tað ætlanirnar vóru síðani lagdar á hyllina, men fyrrverandi borgarstjórin í Havn og núverandi tingmaðurin fyri Fólkaflokkin hevur so avgjørt ikki broytt meining um, at tað er rætt at byggja flogvøll á Glyvursnesi ? ella á øðrum stað.
Ì øllum førum er flogvøllurin í Vágum ótíðarhóskandi. Tað er einki framtíðarperspektiv í flogvøllinum í Vágum, sigur Poul Michelsen.
Hann kallar støðuna í Vágum at pressa fótin í skógvin, sum ikki passar.
Hann tekur støði, at løgmaður í sínari røðu tosaðu nógv um altjóðagerðing. Hana skulu vit taka sum ein avbjóðing.
- Tað nógva kjakið um fluttning loftvegis hevur víst okkum, at tørvar er á einum flogvølli í Føroyum við ongum avmarkingum. Vit eiga ikki at vera bangin fyri at tosa um hetta, sigur Poul Michelsen.
Ì viðgerðini av ólavsøkurøðuni hjá løgmanni hevði Poul Michelsen flogvallamálið á orði, men hann møtti harða mótstøðu frá Vága tingmonnnum.
Er tað ikki politiskt utopist at hugsa sær, at flogvøllurin ikki altíð fer at vera í Vágum?
 
-        Tað er hóast alt nøkur onnur fólk, sum skulu liva í hesum samfelagnum, uttan tey tretivu arbeiðsplássini á flogvøllinum  og atkvøður til tveir tingmenn í Vágum, sigur Poul Michelsen.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$100 OK
Poul Michelsen kann væl liva við, at flogbreytin verður longd eini hundrað metrar sum eina fyribils loysn. Men í longdini heldur hann ikki, at hetta er nakað, føroyska samfelagið og vinnulívið kann liva við. Men verður flogvøllurin í Vágum longdur, so eru tað danir, ið eiga at rinda fyri hetta.
- Danir hava fingið okkum í hesa støðuna, og teir eiga flogvøllin, so tað er púra greitt, at teir eiga at rinda fyri sítt. Velja vit at byggja ein nýggjan flogvøll, so eru tað sjálvandi føroyingar, ið eiga at rinda, sigur Poul Michelsen.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Einki víðari
Poul Michelsen er sum partur av tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum eisini partur av samgonguni. Í samgonguskjalinum stendur á ongan hátt nakað um, at flogvøllurin ikki skal vera í Vágum. Og Poul Michelsen ásannar eisini, at hann ikki fær farið víðari við málinum politiskt.
- Men eg kann fyri tí hava eina meining. Tað er ikki altíð, at ein politisk loysn loysir seg best fyri vinnuna og fyri samfelagið, sigur Poul Michelsen.