Flogvøllurin gjørdist ein drívmegi í føroyska búskapinum

Nógvar ritgerðir eru skrivaðar seinastu árini av øllum hugsandi slag.

Tá ein so hugsar um, hvønn ómetaligan týdning flogvøllurin hevur havt á tað føroyska samfelagið, síðani tveir framskygdir sørvingar tóku stig til millutjóðaflúgving fyrst í trýssunum, so átti hettar risaframbrotið, ið flutti føroyska samfelagið áratíggjur fram, at veri eitt sera viðkomandi granskingarevni. Ein ritgerð um hetta hevði helst kunnað givið okkum eina ábending um, hvar Føroya land búskaparliga og mentanarliga hevði verið ídag, um Lars Larsen og Hugo Fjørðoy bara lótu standa til.
Aftaná seinna heimsbardaga lá ein eftir tátíðar umstøðun vælútgjørdur flogvøllur í Vágum. Flúgviljós við sera sterkun glasi vóru niðurfeld báðu megin lendingarbreytina. Tað, sum síðani hendið, er ein sorgarsøga. Landsins mynduleikar góvu vøllin upp fyri skutil, við tað at teir góvu loyvi til, at allir kaðalirnir til ljós og annað, harav nógvir vóru blýggjbelagdir, vórðu skræddir upp og seldir fyri lítið og lætt.
Hetta var eitt greitt tekin um, at flogvøllurin í Vágum longu tá ongan góðan átti, og at okkara álit varð sjóðvegis samband við meginlandið. Tað var tí eitt megnaravrik, ið Lars og Hugo gjørdu, tá byrjað varð í einum lítlun skúri við flogvøllin undir so vánaligum umstøðum, at var tað ikki  fyri teirra hugflog og optimismu, so var henda ætlan, ið kom at hava so ómetaligan tydning fyri okkara samfelag, deyð í egginum.
Og tað er helst eingin ivi um,  at okkara samfelag hevði ikki verið tað sama, og tað so langt í frá, um flogvøllurin ikki var tøkur.
Aftaná fløvandi samtykt Sjálvstyrisfloksins og greiðu útmeldingina frá fyrrverandi framsøgumanni Tjóðveldis í vinnumálum um, at hann stendur við løgtingsuppskotið um Vága Floghavn, og at flogvøllurin skal útbyggjast til 1799 metrar, havi eg nú eina greiða fatan av, at konspirasjónspolitikararnir kunna teljast á einari hond, og hava teir eittans endamál: at draga málið út, soleiðis at Vága Floghavn og útbyggingin skal enda í ruðuleika.
At so Vinnuhúsið nú eisini heilt greitt tekur frástøðu frá teimun, ið leggja fótonglar við at royna at útseta avgerðina um at fáa verklagslógina samtykta, tað eiga vit at fegnast um.
Tað skal vera mín inniliga vón, at Føroya Løgting tekur undir við hesi altavgerðandi útbygging av flogvøllinum, og at terminalurin verður nútímansgjørdur aftaná 30 ára status quo. Eisini skal tað vera mín vón, at Lars Larsen og Hugo Fjørðoy koma at uppliva, at tað sáðið, ið teir fyri 45 árum síðan við miklum áræði sáddu, og sum hevur givið okkara oyggj og tí føroyska samfelagnum eitt sovorðið frambrot, ikki sleppur at steðgast av teimun, sum hava sovið í tímanum.