Marjus Dam, løgtingsmaður
Nú breiða samgonga hevur avtalað, at flogvøllur Føroya í Vágum skal byggjast út, verða ymiskar ballónir sleptar út. Endamálið er helst at leggja forðingar ívegin fyri, at núverandi flogvøllur verður útbygdur. Hvør ið stendur aftanfyri er ilt at siga, sjálvt um ein kann gera sær sínar tankar!
Flogferðslan økist nógv. Higartil í ár hava líka nógv fólk ferðast um vøllin, sum alt seinasta ár. Og Vøllurin – hann er ein kategori C vøllur, sum tann í Stord, søgdu tíðindini.
Eg havi í fleiri ár víst á, at vøllurin er alt ov stuttur – 1250 metrar. Og víst á, at neyðugt er at hann verður longdur. Eg meti til 1800 metrar. Men striltið gongur. Arbeiðslagið hjá teimum, ið umsita málið, er alt annað enn nøktandi, tí so var helst meira komið av skafti. Um rætt hevði verið arbeitt og tann neyðuga orkan løgd í, so var vøllurin longu 1800 metrar.
B. Djurholm eigur at nýta alla orkuna til at nútíðargera núverandi flogvøll. Um hann nýtir orku upp á at kanna onnur støð, so skilji eg væl, at tað ikki gongur um fliðjuna í Vágum, hóast 3 ár nú eru liðin síðan hendan samgongan tók við. Tað sum skal gerast NÚ, er at flogvøllur Føroya í Vágum skal leingjast. NÚ.
Um landstýrismaðurin ikki megnar at fáa hetta neyðuga arbeiðið gjørt sum skjótast, millum annað tí hann nýtir orkuna skeivt, so meti eg, at flogvallarmálið má takast úr hondum hansara. Tí tað er neyðugt, at arbeiði fer í gongd sum skjótast.
Eg ætli mær so ikki at hyggja eftir, at vøllurin framhaldandi verður 50 metrar longri enn tann í Stord. Politikarar mugu nú fara ígongd við at leingja vøllin í Vágum. Og nú merkir NÚ.
Tað kann ikki góðtakast, at lógaruppskot, frágreiðingar o.a. fylla meira og meira, ímeðan árini ganga – og onki hendir. Vøllurin er ikki longdur 1 cm seinastu 30 árini. Fyri 3 árum síðani varð skrivað í samgonguskjalið, at flogvøllurin skuldi leingjast og nútíðargerast. Um ein hugsar um alneyðuga týdningin av at flogvøllurin verður longdur, so kann als ikki góðtakast, at spakin ikki er settur í jørðina enn.
Tað kann heldur ikki góðtakast, at onkur roynir at leggja fót fyri eini útbygging av Flogvølli Føroya í Vágum.
Hetta má takast upp í samgonguni- og arbeiði má ígongd. Annars er samgonguskjalið brotið.









