Vit vóru mong, sum hvukku við í sambandi við orðaskiftið á Løgtingi mikudagin 26. apríl um framtíðar flogvallarviðurskiftini í Føroyum. Har upplýsti Bjarni Djurholm nevniliga, at Skorðhæddin í Neshaga í suðureysturoy ikki longur verður roknað sum eitt møguligt stað at byggja flogvøll á. Nú er Landsverk farið undir at kanna viðurskiftini í Søltuvík á Sandoynni og á Glyvursnesi í Suðurstreymi. Men Skorðhæddin er ikki longur ein møguleiki.
At landsstýrismaðurin og Landsverk so einvíst kunnu skera hendan møguleikan burtur, fara undirritaði og mong við mær als ikki at góðtaka. Sjálvandi eigur Skorðhæddin framvegis at roknast sum eitt alternativ í hesum spurningi, tí um nøkur fá ár kemur størsti fólkahópur í Føroyum at hava stytstu leið til júst Skorðhæddina. Tá tunnil millum Skálafjørðin og Havnina verður veruleiki, fara havnafólk bert at hava nakrar fáar minuttir til hendan møguliga flogvøll - enntá styttri enn út á Glyvursnes. Hetta merkir, at umleið 30.000 føroyingar fara at hava stutta leið til flogvøllin, og at stórur partur av føroyskum vinnulívi somuleiðis fer at hava stutta leið til hendan flogvøllin. Tá nú farið verður undir at bora undirsjóvartunnil millum Havnina og Skálafjørðin, er sera nærliggjandi at viðgera møguleikan fyri at nýta avlopsgrót til gerð av flogvølli, tí hetta er alt í sama øki. Skulu vit fyri eina ferð skuld tosa um at hugsa skilagott í føroyskum politikki, má hetta vera gylt høvi.
Tí fari eg staðiliga at heita á Bjarna Djurholm og Landsverk um alt fyri eitt at endurskoða skilaleysu avgerðina um at útihýsa suðureysturoy í hesum máli.










