Flogvøllur í Nólsoy ljóðar spennandi

Heðin Mortensen kennir av góðum grundum ikki so nógv til uppskotið hjá Magnus Hansen um flogvøll í Nólsoy, men heldur, at uppskotið sær spennandi út Vit kenna einki til uppskotið annað enn tað, ið stóð í Sosialinum í gjár. Eg hevði hoyrt eitt graml um, at Magnus fekst við okkurt, men hetta er tað fyrsta ítøkiliga, eg havi frætt um málið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Tað er væl kent, at borgarstjórin, eins og so mong onnur í høvuðsstaðarøkinum, ynskja, at ein alternativur flogvøllur verður lagdur nærhendis Havnini. Og í so máta er Nólsoy ein upplagdur møguleiki, sum eigur at verða kannaður.

Tað ljóðar spennandi. Eg var sjálvur við í arbeiðsbólkinum, sum á sinni kannaði møguleikan fyri flogvølli á Glyvursnesi. Hetta verður so eitt alternativ til tann møguleikan, sum eisini lýkur ynskini um geografisku plaseringina, sigur Heðin Mortensen.

Borgarstjórin vísir eisini á, at skal talan gerast um flogvøll í Nólsoy, so verður eisini neyðugt við góðum sambandi um fjørðin, og tað merkir ein undirsjóvartunnil út í oynna. Hetta er eisini við í skitsuuppskotinum hjá Magnus Hansen.

Heðin Mortensen ivast í, um henda verkætlanin ? um hon gerst veruleiki, sjálvandi ? kann fara at hava nakra ávirkan á ætlanirnar um at gera Nólsoy til grøna oyggj burturav.