Flogvøllur má koma

- Við nýggja uppskotinum hjá Magnusi Hansen um flogvøll hava vit heili tvey frálík øki at vísa á í kommununi, og við møgulekanum við langari breyt umframt krossbreyt sær Nólsoy ógvuliga áhugavert út, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

- Øll framkomin samfeløg hava álítandi samband við umheimin, og tað mugu vit sjálvandi eisini hava.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu.

Men hann metir kortini ikki, at flogvøllurin vesturi í Vágum eigur at latast aftur heilt, men framhaldandi at verða nýttur sum alternativur flogvøllur.

- Við alsamt betri infrakervi verður eingin trupulleiki at flyta starvsfólk millum ein flogvøll í miðstaðarøkinum og vøllin í Vágunum, sigur borgarstjórin í Havn.

Men hann heldur eisini, at vit mugu halda uppat við at stara okkum blind upp á Vágar sum einastu loysn. Serliga seinastu vikurnar hava víst, at reglusemið við einum flogvølli vesturi í Vágum er alt ov vánaligt, og tí mugu vit stutt sagt fáa ein flogvøll aftrat í Føroyum.

- Tað er heilt náttúrligt at leggja ein nýggjan flogvøll í miðstaðarøkinum. Her búgva flest fólk og her liggja flestu vinnufyritøkurnar. Og við nýggja uppskotinum um flogvøll í Nólsoy, hava vit heili tvey frálík øki at vísa á, sigur Heðin Mortensen.

Umframt Nólsoy sipar borgarstjórin sjálvandi til Glyvursnes, sum gjøgnum mong ár við jøvnum millumbilum hevur verið uppi og vent. Vindmátingar eru eisini gjørdar úti á Glyvursnesi gjøgnum mong ár, men í løtuni ger Ladsverk nýggjar mátingar har úti, tó ikki á sama stað sum tær gomlu.

Tá tað snýr seg um Nólsoy, hevur danska veðurtænastan gjøgnum fleri mannaminnir mált vindin suðuri á Borðuni, so har skuldu verið álítandi hagtøl til taks, umenn neyðugt møguliga kann gerast at fremja vindmátingar aðrar staðir á oynni.

 

Standa saman

Heðin Mortensen sigur, at býráðið bara kann síggja positivt uppá, um ein nýggjur flogvøllur verður lagdur í kommununi. Og í hansara verð er eingin ivi:

- Eg dugi bara at síggja tveir møguleikar, tá tað kemur til nýggjan flogvøll í Føroyum, Nólsoy ella Glyvursnes. Út á Glyvursnes er eingin trupulleiki við samferðsluni, men tað er givið, at verður flogvøllurin lagdur úti í Nólsoy, verður avgerandi neyðugt við einum undirsjóvartunli út í oynna, sigur Heðin Mortensen.

Hann vísir samstundis á, at her er talan um eina íløgu, sum skal røkka kanska fleiri árhundraðir inn í framtíðina, og tí eigur kostnaðurin ikki at forða fyri teirri bestu loysnini.

- Men vit mugu taka okkum saman sum eitt samlað samfelag, tí skulu vit menna okkum, bæði tá tað snýr seg um ferðavinnu og vinnulív sum heild, er neyðugt við álítandi ferðasambandi til útheimin, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur, at hann eyðvitað ikki er serfrøðingur innan flogtekniska økið, men at hann frá flogskiparum hevur hoyrt, at Nólsoy í nógvar mátar er ógvuliga væl egnað til flogvøll, ikki bara tí at møguleiki verður fyri longsta vølli, sum landið innan rímilig mørk kann byggja, men eisini tí talan kann gerast um krossbana.

- Eisini havi eg skilt á serfrøðingum, at lítil og eingin turbulensum er har úti, har er frítt fyri við ongum fjøllum og góðum sýni í allar ættir, sigur borgarstjórin í Havn.

Hann leggur kortini dent á, at vit øll eiga at standa saman í hesum málinum. Og tað eina útilokar ikki hitt.

- Nærum alla aðra staðni í heiminum finnast fleiri flogvallir, og tí skulu vit eisini varðveita flogvøllin í Vágum sum ein alternavitan vøll. Verður ein nýggjur flogvøllur bygdur í Nólsoy, fáa vit eisini samstundis fast samband út í oynna, og tað hevði ment alt miðstaðarøkið. Og eg eri sannførdur um, at tað er nógv tann besta besta loysnin, sigur Heðin Mortensen.