Bjarni Djurhol hevur grein í bløðunum undir heitin-um: Nú ketan leyp av.
Síðst í greinini skrivar hann um týdningin av at fáa nýggjan altjóða flogvøll. Longu í 2005 setti hann kanningarnevnd, og úrslitið í vetur fer óivað at geva greiða ábending um, hvar nýggjur flogvøllur skal liggja.
Í kringvarpinum her fyri ljóðaði, at innflúgvingar-kanningarnar skuldu gerast. Eg ógvaðist við.
Innflúgvingarkanningar skuldu gerast í Søltvík og á Glyvursnesi, men ikki eitt orð um Skorhædd.
Í meir enn 40 ár hevur Skorhædd verið mett sum besta stað til nýggjan flogvøll. Er tað veruliga so, at kanningar á Skorhædd koma undir heitið hjá Bjarna: »Fleiri luftkastellir hava verið«, og at Skor-hædd ikki er verd at vera við í kanningini. Er hetta so, sakna vit haldgóðar grundgevingar, annars verður niðurstøðan, at okkurt er lopið av.