Súlan, sum er fakfelag hjá flogternunum hjá Atlantic Airways og Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivaðu fríggjadagin hin 2. november undir nýggjan 2-ára sáttmála.
Semjan hevur við sær dagføringar í sáttmálanum í mun til eitt nú arbeiðsætlan og lønarhækkingar á 1,13 % hin 1. november 2012 og 1,89 % hin 1. november 2013.
- Semjan er sostatt á sama støði sum hinir sáttmálarnir, ið Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í hesi samráðingarrunduni, skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum í dag.