Hóast eingi flogfør eru á flogbreytini á Vága Floghavn millum klokkan 9 og 12 onkrar dagar, so kann tað vera, at onnur skjóttgangandi ferðsla er á breytini, sum ikki beinleiðis fer á flog.
Talan er um politibilar, sum koyra við nógvari ferð aftur og fram, og politistar gera ymiskar koyritekniskar venjingar. Koyrt verður millum keylur, sum eru settur upp á breytini, og bakkað verður eftir speglum millum keylurnar. Eisini verður kappast um hvør er kvikast at koyra ein ávísa rutu við fleiri forðingum.
Bæði bilar og bilførarar sleppa at royna seg. Koyringin virkar sera harðlig, men í arbeiðnum hjá politinum er mangan neyðugt at koyra heilt til har, sum markið gongur fyri hvat bilur og bilførari klárar. Koyriteknikkur er ein partur av útbúgvingini hjá politistunum, sum læra at handfara ein bil rætt, eisini undir krevjandi umstøðum. Teir læra t.d.at lítil øking í ferðini hevur stóra ávirkan, og at bremsulongdin økist, so hvørt sum ferðin veksur. Ferðin kann í mongum førum vera avgerandi fyri, um bilurin klárar at koyra í gjøgnum eina sneiðing. Tað er fyri at politistarnir kunnu dagføra sínar koyriførleikar, at løgreglan í Føroyum skipar fyri koyriteknisku viðlíkahaldskoyringini.
Teir sum halda hesi skeið eru politistarnir Helgi Magnusarson og Schandorf Vang, sum báðir hava útbúgving sum instruktørar. Hetta er eitt skeið, sum politistarnir skulu gjøgnumføra annaðhvørt ár. Skeiðið varar í tríggjar dagar, tveir dagar á flogvøllinum og ein á landsvegunum. Helgi og Schandorf siga, at tá vit onga koyritekniska breyt hava í Føroyum, er hetta ein góð loysn.