Flogstýrimaður vildi tosa við Guð

Neyðugt var at leinkja flogstýrimann við hondjørnum til eitt setur í flogfarinum Tað vóru ræðslusligin ferðafólk, sum mánadagin vóru á flogi við Air Canada. Meðan flogfarið var 30.000 føtur yvir Atlantarhavinum, fekk flogstýrimaðurin nervasamanbrot. Hann byrjaði at uppføra seg merkiliga og tosa hart við seg sjálvan.

- Hann vildi tosa við Guð. Maðurin skríggjaði hart, men ljóðaði ikki drukkin, sigur eitt av ferðafólkunum við Telegraph.

Manningin í flogfarinum og ein kanadiskur hermaður tóku sær av flogstýrimanninum, sum við hondjørnum varð bundin um armar og bein til setrið.

Tá ið flogfarið lendi í øllum góðum, fekk flogstýrimaðurin sálarliga læknahjálp.