Flogskiparin á einum amerikonskum ferðamannaflogfari doyði, meðan flogfarið var á veg úr Evropa til USA Flogfarið, sum felagið Continental Airlines eigur, trygdarlendi á Newark-flogvøllinum í øllum góðum við teimum báðum stýrimonnunum við róðrið.
Ein talsmaður fyri Continental Airlines sigur, at flogskiparin doyði av náttúrligum orsøkum. Hann var 61 ára gamal og hevði verið flogskipari hjá Continental Airlines í meiri enn 20 ár.
Flogfarið var av slagnum Boeing 777, og 247 ferðafólk vóru umborð.