Ein 61 ára gamal amerikanskur flogskipari megnaði at seta flogfar sítt á ein motorveg í statinum Utah, eftir at hann hevði fingið trupulleikar við hjartanum. Stutt eftir doyði hann á sjúkrahúsi, men soleiðis eydnaðist tað honum at bjarga hinum trimum, sum vóru í flogfarinum.
AP-tíðindastovan skrivar, at Jack Francis, kona hansara og eini onnur hjún vóru á veg til hús í einum flogfari av slagnum Cessna gjáramorgunin, tá Jack brádliga fekk trupulleikar við hjartanum. Tá flogfarið var komið at standa á motorvegnum, varð flogskiparin alt fyri eitt fluttur á eitt sjúkrahús har nærhendis, men løtu seinni doyði hann.
Løgreglan í Utah sigur, at flogfarið rakti girðingina, sum er fram við motorvegnum, áðrenn tað steðgaði, men kortini fekk eingin av hinum trimum nakran skaða.