Ein norskur kvinnuligur flogskipari hjá Norwegian doyði, eftir at flogfarið hevði sett seg í Malaga í Spania.
Flogskiparin føldi seg illa ávegis til Spania, og tá flogfarið var komið leiðina fram í øllum góðum, var kvinnan løgd inn á sjúkrahús, har hon doyði sama dag.
Norwegian harmast í samrøðu við miðlar um sváru hendingina.
- Hetta er ein ræðuligur dagur hjá okkum. Hetta er ein tragisk hending, og okkara tankar eru hjá familjuni hjá okkara starvsfelaga, siga umboð fyri felagið.
Flogfarið hjá Norvegian skuldi úr Malaga til Ålborg, og ferðafólkini fingu at vita, at flogfarið fór at vera seinkað.