Flogskiparaverkfallið; Flogskipararnir fáa lønarhækkan

Flogskiparar nú fáa eina lønarhækkan á 3,5%.

 

Flogskipararnir í Nordiske Piloter eru ikki í verkfallið longur, og semja er gjørd við SAS. Millum annað hevur hetta við sær, at flogskipararnir nú fáa eina lønarhækkan á 3,5%. Hetta sigur SAS stjórin Rickard Gustafson á pressufundi í kvøld, upplýsir Ritzau.

 

Verkfallið, ið hevur rakt eini 380.00 ferðafólk, er av, og talan er um ein 3 ára sáttmála.

1409 flogskiparar fóru í síðstu viku í verkfall. Umframt at ynskja hægri løn, var misnøgd eisini við arbeiðsviðurskifti og teir ynsktu eisini greiðari vaktarætlanir. Higartil hava flogskipararnir sum oftast sæð sína vaktarætlan 14 dagar innan ætlanin fyri mánaðin kom í gildi.

Um 4000 flogtúrar eru avlýstir orsakað av verkfallinum, men longu í morgin eru flogskiparar væntandi aftur í flogskiparaklivunum, skrivar Ritzau tíðindastovan.

Tó kann leygardagurin ganga, innan alt er komið í rættlag aftur.