So hvørt sum koronuavmarkingarnar minkaðu, hevur loftferðslufelagið SAS merkt stóra framgongd í ferðafólkatali.
Men flogskiparaverkfallið , sum rakti felagið í juli, er ein døkkur blettur á roknskapinum hjá SAS fyri triðja ársfjórðing, sum er almannakunngjørdur í morgin.
Ársfjórðingurin fevnir um mai, juni og juli.
Í triðja ársfjórðingi hevur SAS mist 1,3 milliard krónur, og her hevur verkfallið hava stóra ávirkan, skrivar felagið í roknskapinum.
Gjøgnum fyrstu níggju mánaðirnar í skeiva roknskaparárinum hevur felagið tilsamans mist fýra milliardir krónur.
Flogskipararaverkfallið, sum endaði við at vara í 15 dagar, noyddi SAS at avlýsa fleiri túsund flogferðir. Tað ávirkaði 380.000 ferðafólk og kostaði 90 milliónir um dagin.
SAS kann tó fegnast um, at eitt sindur fleiri enn fimm milliónir ferðafólk flugu við flogfelagnum í triðja ársfjórðingi. Tað er ein hækking upp á 143 prosent samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Tað hevur ført til eina tvífalding av topplinjuni hjá SAS, sum í ársfjórðinginum lendi á seks milliardum krónum.
– Samlaði eftirspurningurin eftir ferðum var góður í summar. Hann var tó merktur av stórum hendingum, sum ávirkaðu úrslitið. Fyrst og fremst verkfallið, sigur aðalstjórin í felagnum, Ano Van der Werff, í roknskapinum.
Flogskipararaverkfallið endaði við eini avtalu millum partarnar. Flogskipararnir í bæði Danmark, Noreg og Svøríki atkvøddu fyrst í august ja til ein nýggjan sáttmála.
Hann merkir millum annað, at SAS-flogskipararnir fara 25 prosent niður í løn, og so verður markið fyri arbeiðsbyrðuni hækkað.
SAS hevur enn ikki boðað frá, hvussu felagið væntar, at ársúrslitið verður. Tað er millum annað orsakað av vandanum við koronufarsóttini og møguligum avleiðingum, sum tað kann hava við sær, skrivar felagið í roknskapinum.
/ritzau/