Tað gjørdist nærmast ein marra fyri tey 166 ferðandi á túrinum millum Bangkok og New Dehli, tá flogfarið knappliga byrjaði at missa hædd.
Tað skrivar norska blaðið VG.
Orsøkin var, at teir báðir flogskipararnir vóru blivnir troyttir, settu autopilotin til og fingu sær ein lúr, meðan tvær flogternur ansaðu eftir.
Vanlukkan var ræðandi nær, tá teir báðir flogskipararnir fingu sær ein lúr á business class, og ein flogterna av óvart sló autopilotin frá.
Tað hendir, at flogskiparar sova, meðan teir eru til arbeiðis, men vanliga sita teir í stýrhúsinum, saman við einum øðrum flogskipara, sum er ljósvakin.
Men á túrinum millum Bangkok og New Dehli 12. apríl í ár, stóð lívið í vanda fyri øll 166 ferðafólkini og manning, tá flogskipararnir á Air India flight AI 133 - ein Airbus 321 - fóru úr stýrhúsinum fyri at fáa sær ein lúr.
Sambært blaðnum, The Times of India, vóru tvær flogternur settar handan stýriútgerðina við stuttari frágreiðing frá øðrum av flogskiparunum.
Umleið 40 minuttir seinni skal onnur av flogternunum vera komin undir autopilotin av óvart, so hesin sló frá, og flogfarið dalaði skjótt.
Flogternurnar vaktu sovandi flogskipararnar, sum skundaðu sær fram í stýrhúsið fyri at fáa flogfarið á rættkjøl aftur.
Ein annar av kabinustarvsfólkunum boðaði leiðsluni í Air India frá hendingini, og øll fýra vórðu koyrd.
Ein kelda í Air India sigur við The Times of India, at tey fýra háðaðu trygdina á ringasta hátt við sínum handlingum.