Tann 41 ára gamli Christopher Hughes og tann 44 ára gamli Thomas Cloyd koma nú fyri rættin í Miami í Florida.
Vitni hava greitt frá, at teir báðir menninir drukku fyri meiri enn 900 krónur teir fimm tímarnar, teir sótu á einari barr í Miami. Seks tímar seinni settu teir seg í stýrihúsið á ferðamannaflogfarinum hjá American West, sum skuldi til Phoenix við 124 ferðafólkum.
Men starvsfólkini í flogfarinum kendu tann rama ølroykin frá teimum báðum flogskiparunum og boðaðu myndugleikunum í floghavnini frá, hvussu vorðið var. Sambært løgregluni í Miami vísti blóðroyndin, at alkoholinnihaldið var tvær ferðir tað loyvda.
Teir báðir menninir kunnu fáa upp í fimm ára fonsgul.