Flogskipararnir blivu tvingaðir til at lenda

Russisku myndugleikarnir vilja ikki átaka sær nakra ábyrgd av vanlukkuni, tá eitt flogfar við polska forsetanum Lech Kaczynski datt niður tætt við russiska býin Smolensk í apríl í fjør. 96 fólk vóru í flogfarinum, og øll lótu lív.

Ein russisk nevnd, sum hevur kannað vanlukkuna, sigur í niðurstøðuni, at flogfarið datt niður í tjúkkum mjørka, tí ovastin fyri polska flogvápninum noyddi flogskipararnar at lenda. Sagt verður, at ovastin var frammi hjá flogskiparunum, og at hann var drukkin.

Sambært frágreiðingini kendu flogskipararnir seg vera undir trýsti, tí at Lech Kaczynski, forseti, var í flogfarinum.

Polsku myndugleikiarnir hava havt ta russisku frágreiðingina til ummælis, men teir vildu ikki góðtaka hana, skrivar AFP.