Flogskiparar fara heldur ikki í verkfall

Samstundis sum boðað er frá semju millum tey tímaløntu arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið, er eisini boðað frá, at semja er gjørd millum flogskipararnar og Arbeiðsgevarafelagið. Tað hevur annars staðið í botni í teimum samráðingunum og upplýst var herfyri, at kravið frá Føroya Arbeiðsgevarafelag var, at flogskipararnir hjá Atlantsflogi skulu 12% niður í løn tey næstu tvey árini.

Hetta vildu flogskipararnir ikki góðtaka undir nøkrum umstøðum.

Tí vórðu semingsmenninir boðsendir og nú er tað endað við semju og tann semjan er, at sáttmálin verður framlongdur í eitt ár, uttan nakra broyting.

Sostatt slepst undan, at flogskipararnir fara í verkfall so at flogsambandið verður lagt lamið