Av røttum kann sigast, at tveir flogskiparar rættiliga fóru í luftina, tá teir við 106 ferðafólkum umborð fóru til hendurs í flogfarinum Tað hendi í einum flogfari hjá Air India á veg úr Emiratunum til Dehli síðstu nátt.
Pilotarnir høvdu brikslað hvørjum øðrum okkurt ljótt, ið hevði samband við eina kvinnu, sum var partur av manningini í flogfarinum.
Endin var, at teir ruku í krovið á hvørjum øðrum ? mitt, meðan teir vóru á flogi.
BBC skrivar, at bardagin byrjaði inni í sjálvum stýrhúsinum, men endaði úti millum ferðafólkini, har manningin noyddist at leggja seg ímillum og skilja menninar sundur.
Eingin fekk álvarsligt mein undir slagsmálinum, men annar av pilotunum og ein kvinna, sum eisini var partur av manningini, fóru úr flogfarinum við bláum merkjum.
Indiska løgreglan kannar nú málið, og tað ger Air India eisini.
Air India hevur koyrt øll tey í land, sum høvdu tilknýti til óvanliga tilburðin í flogfarinum.