Flogskiparafelag Føroya heitir nú á øll, ið peika við lasaraljós ímóti flogførum, um at vísa meira ans og gevast við slíkum.
– Hóast flogfarið ikki fær skaða av tí, so órógvar ljósið, um tað kemur í stýrihúsið. Og fáa flogskiparnir ljósið í eyguni er møguleiki fyri, at teir missa sjónina í eina løtu.
Hetta sigur Johan Vágadal, flogskipari og formaður í Flogskiparafelag Føroya, sum eisini heitir á foreldur at børnum við lasarapenni, um at fortelja teimum um vandan.
Lasaraljós kunnu verða skaðilig fyri eyguni. Og fyri ein flogskipara kann ein lítil skaði fáa stóra avleiðing fyri persónin. Tí um hann ikki lýkur heilsukrøvini, verður hann noyddur at gevast við at arbeiða sum flogmaður.