Farið er um javndøgur, og mikkjalsmessa er í næstu viku. Tað sigur nógvum tað, at nú nærkast álvarsliga heystfjøllunum.
Og so fara menn at merkja fepurin, sum mangur verður yvirtikin av hesa tíðina. Spenningurin økist, so hvørt kvøldini myrkjast. Og áðrenn teir vita av, koma boðini
»Vit fara á fjall í morgin. Men hesaferð fara vit at flúgva skurðin heim við tyrlu«.
Tað eru av sonnum nýggjar tíðir. Í hagapørtum, har tað fyrr hevur tikið eitt sjóvarfall ella so at fáa gonguna at húsum, verður hetta nú avgreitt upp á nakrar ferðir 10 minuttir.
Hetta er øgiligur lætti hjá fjallmonnunum. Einki at hugsa um soleiðis annað enn at fella tað, tikið er, og fáa í eitt ílat, sum tyrlan lyftir upp frá og fer avstað við. Og so sleppa menn eisini sitandi aftur at húsum.
Tað kann væl vera, at onkur heldur, at sumt er farið av lagi. Men viðhvørt er nýggja lagið bara nógv betri enn tað gamla.
Bæði fyri fólk og kríatúr.









