Sum part av hátíðarhaldinum hevur Atlantic Airways stóra ferðavinnuframsýning í Sjónleikarhúsinum í Havn um vikuskiftið
Leygardagin er opið frá 10 - 18 og sunnudagin frá 13 - 18.
Við verða fólk frá ferðavinnuni á teimum flestu støðum har Atlantic flýgur til. Eitt nú verður ferðaskrivastovan Blu Ice Explorer úr Narsarsuaq og úr Stavanger koma Kjetil og Jenny Mehus frá forvitnisliga Fjordbis á Reynnesøy ca. 30 min uttanfyri Stavanger.Jenny er ættað úr Hósvík. Sum eitt av ítrivinum tey hava at bjóða ferðafólki, er ein rógvitúrur við gamla Sílinum sum tey hava keypt.
Annars verða umboð úr Aalborg, Aarhus og Billund við nógvum forvitnisligum. Og Viking Village av Hafnafirði og Ørkin úr Reykjavík verða eisini við.
Og sum nakað heilt nýtt verður umboð úr Stockholm býi við.