Veðrið var sera vánaligt í morgun, bæði hált og nógvur vindur.
Leið 300 fór úr Havn klokkan seks í morgun, og tá ið bussurin var komin oman móti brúnni í Kollafjarðardali, fór bussurin oman av vegnum og skreið eftir síðuni langt oman í bøin.
Tíggju fólk vóru í bussinum. Eingin teirra fekk nakran skaða.
Berast mátti skjótt, tí ferðafólkini skuldu øll við flogfarinum. Ein annar bussur kom eftir teimum, og tey sluppu á flog.
Fólk, sum vita meira um tilburðin, ella vóru við í bussinum, eru hjartaliga væl komin at senda okkum eini sms-boð á 225000.