Flogræðsla ávirkar føroysku luttøkuna

Føroyski GBOB fyriskiparin og trummuleikarin í Deja Vu eru somikið illa raktir av flogræðslu, at teir ikki tordu á flog til London.

GBOB

Jón Tyril føroyski fyriskiparin av GBOB er eftir í Føroyum, nú Deja Vu eru farnir til London at kappast um heitið vinnari av Global Battle Of The Bands, $100.000 og eini heimsumfatandi konsertferð. Jón greiður frá, at orsøkin til, at hann ikki er í London, hvørki er manglandi hugur ella ov stór arbeiðsbyrða í sambandi við fyriskipan av G!Festivalinum, men flogræðsla. Jón var staddur í London í oktober, tá flogfarið hjá Atlantic Airways fórst í Stord í Noregi, og fleyg til Føroyar eftir dagin eftir vanlukkuna. Á ferðini heim kendi Jón fyrstu ferð ræðsluna fyri at flúgva, og henda ræðsla var sera ring. Síðan tá hevur Jón arbeitt við at koma seg yvir ræðsluna og hevði til síðstu løtu ætlanir um at fara til London. Men tá fráferðardagurin upprann, var ræðslan tíanverri enn somikið ring, at hugsingur ikki var um at fara á flog, tí settist Jón aftur.
Men Jón er ikki einasti limur í ferðalagnum, ið ikki vildi á flog. Eisini trummuleikarin í Deja Vu, Rúni Højgaard settist aftur. Hetta hendi tó ikki í Føroyum sum hjá Jón men í Kastrup. Deja Vu hava seinastu dagarnar vant til finaluna í Danmark. Rúni valdi tí ístaðin at fara við tokið og skipið til Onglands og kom til London í morgun, meðan restin av bólkinum kom í gjár.
Tá vit fingu orð á Jón Tyril í telefonini sat hann við hús í Gøtu og lurtaði á alnetinum eftir teimum 24 bólkunum, ið Deja Vu skulu kappast við. Hóast hann ikki er í London eru vónirnar um eitt sannførandi føroyskt úrslit góðar:
- Um eg skal døma eftir demo-upptøkunum, ið bólkarnir hava lagt á netið, so eru vónirnar góðar, sigur Jón og heldur fram
- Demoin hjá Deja Vu er nógv meira professionell enn flest allar hinar.