Maðurin, sum í morgun rændi eitt flogfar hjá EgyptAir, er handtikin. Flogfarið var á veg úr Aleksandria til Kairo, tá maðurin rændi flogfarið og noyddi flogskiparan at seta seg á Larnaca flogvøllinum á Kypros.
Eftir at hava samráðst í fimm tímar, var maðurin at enda handtikin. Ongin lat lív undir átakinum. Allir gíslarnir umborð á flogfarinum vórðu leyslatnir, kvinnur og børn fyrst og so mannfólkini so við og við. Onkur teirra flýddi út gjøgnum vindeyga í stýriklivanum.
Tað er framvegis ikki greitt, hvørja orsøk, flogrænarin hevði at taka flogfarið. Tað varð tíðliga avsannað, at talan var um eitt yvirgangsálop, men annars eru mótstríðandi søgur. Onkrar keldur siga, at talan er um eitt kærleiksdrama, meðan aðrar keldur siga, at flogrænarin hevur kravt, at fleiri kvinnuligir fangar í egypiskum fongslum verða leyslatnir. Aðrar keldur vilja vera við, at maðurin hevur biðið um politiskt friðskjól á Kypros.
Egyptiskir myndugleikar vilja sleppa at avhoyra mannin fyri at sláa fast, hvør orsøkin veruliga var.
Maðurin vildi vera við, at hann hevði eitt bumbubelti um miðjuna. Hann hevði ikki onnur vápn á sær. Enn er ikki greitt, um bumbuvesturin var ektaður.